Talan er um eini serstøk sethús, ið eru arkitekt-teknaði av Palla Gregoriussen. Húsini standa á einum stórum vælhildnum grundøki, ið er umleið 1.950* m 2 til víddar. Frá sethúsunum er avbera vakurt og frítt útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð. Til húsini er egin niðankoyring, fleiri parkeringspláss, sólkrókar, terrassur, grótlaðaður garður og eitt úthús til goymslu.
Sethúsini eru í einari hædd og eru innrættaði við duri / gongd, forstovu, stovu við útgongd til atrium, køk / spísistovu, vaskirúm, gongd / durur, gongd, tvey baðirúm, kamar (hevur áður verið tvey kømur, ið nú eru løgd saman), hjúnakamar við walk-in closet (hevur áður verið tvey kømur, ið nú eru løgd saman), tøknirúm / bryggers og hjallur.
Frá ognini er stutt oman í miðbýin og Gundadal. Eftir Marknagilsvegnum er stutt til matvøruhandlar, dagstovnar, skúlar o.a. Eisini er gott busssamband í økinum.