Húsini eru væl innrættað við m.a. fýra kømurum, vesi og baðirúmi. Harumframt er eitt gott rúm, sum kann nýtast til goymslu ella verkstað, alt eftir tørvi og áhuga. Her eru góðir karmar hjá familjuni at trívast.
Út frá køkinum er beinleiðis atgongd til eina snøgga altan. Uttanumøkið er liðugtgjørt, og parkeringspláss er inni á stykkinum.
Staðsetingin er sentral, við stuttari frástøðu til handlar, skúla, barnaansing og aðrar hentleikar í gerandisdegnum.
Samanumtikið ein hugnalig ogn við snøggum uttanumøki og einari sentralari staðseting.
Hevur hendan ognin tín áhuga, set teg so í samband við okkum á telefon +298 200 950 ella á [email protected] .