1 av 14
Matr.nr. 69 (festibræv), 89, 96a & 51
895.000 kr.
- Lagt afturat
- 14.10.2026
- Dagført
- 09.11.2026
- Adressa
- Matr.nr. 69 (festibræv), 89, 96a & 51
- Øki
- Norðoyggjar
- Bygd/býur
- Kunoy
- Ognarslag
- Grundøki
- Búvídd
- -
- Grundøki
- -
- Byggiár
- -
- Prísur pr. m²
- -
1 av 14
895.000 kr.
Kortið kann ikki vísast beint nú.
Talan er um tilsamans 2 merkur uttangarðs í hagapartinum Norði í Dal, umframt tilhoyrandi innangarðsjørð á tilsamans uml. 11.644 fermetrar, sum øll liggur samlað. Viðvíkjandi matr.nr. 69 skal viðmerkjast, at talan er um ogn hjá Føroya Jarðargrunni, har keypari hevur møguleika at keypa sjálvt festibrævið. Keypari skal undangóðkennast av Búnaðarstovuni. Sí nærri kunning í sølutilfarinum.
Norði í Dal er ein frábýttur hagapartur, har ¼ er kongs og ¾ er ogn, og hagaparturin hevur eitt áseyðatal á 60.
Sum eigari av hagapartinum fært tú eisini møguleika at nýta fitilendini Seyðberg og Hvannrók, sum tilsamans hava 18 veðrafrælsi, umframt at loyvt er at flaga lunda á vestursíðuni av Kunoynni.
Í haganum stendur eisini ein smátta við 6 koyggjum, sum verður nýtt í samband við arbeiðið í haganum, eitt nú í sambandi við fjallgongu og annað hagaarbeiði. Smáttan gevur góðar møguleikar at hava eitt fast stað at gista og halda til í, tá arbeitt verður í haganum.
Hetta er ein serstøk og spennandi ogn við góðum møguleikum fyri tann, sum hevur áhuga í seyðahaldi, hagaarbeiði.
Tá farið verður á fjall Norði í Dal, verður sum oftast farið við bát og verður tøkuseyðurin sum oftast førdur heim við báti, men hagaparturin hevur annars rætt til at reka tøkuseyðin gjøgnum Fyri Norðan og til vegin, sambært uttangarðsútskiftingini frá 6. desember 2002.
Sí nærri kunning um ognirnar við at heinta sølutilfarið.