Meklarin

Mannbrekka

8.000.000 kr.

Lagt afturat
13.10.2026
Dagført
09.11.2026
Adressa
Mannbrekka
Øki
Suðurstreymoy
Bygd/býur
Hoyvík
Ognarslag
Hús
Búvídd
339 m²
Grundøki
1.012 m²
Byggiár
1975
Prísur pr. m²
23.599 kr./m²

Frágreiðing

Stór, stásilig, væl bygd, væl hildin og dámlig sethús í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum øki við frálíkum panoramaútsýni yvir býin, landslagið og allan fjørðin. Allir hugsandi stovnar, skúlar, handlar, bussleið o.m.a. er nær við.

Í miðhæddini er inngongd, durur, gongd / hall / trappugongd, gestawc, hjúnarúm við baðirúmi (gosbað), køkur / alrúm við útgongd til altan / útigólv og borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd / gongd / alrúm, baðirúm, 5 kømur og goymslurúm. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur / alrúm við útgongd til útigólv, millumgongd / trappugongd, tøknirúm við grønum málara klárt til løðistøð. Inngongd, baðirúm, lítil køkur, stova / kamar. Inngongd, vaskirúm / goymslurúm. Harafturat er stórur garður / urtagarður við stórum útigólvi, niðurfeldari trampulin, stórum hitapotti, kaltvatnskari, sauna og lítlum spælihúsi.

Tú kanst fáa fleiri upplýsingar við at trýsta á “send mær tilfar”.

Aðrar ognir

Sí allar