Meklarin

Millum Gilja 133

5.495.000 kr.

Lagt afturat
02.10.2026
Dagført
09.11.2026
Adressa
Millum Gilja 133
Øki
Suðurstreymoy
Bygd/býur
Hoyvík
Ognarslag
Hús
Búvídd
212 m²
Grundøki
500 m²
Byggiár
1988
Prísur pr. m²
25.920 kr./m²

Kort

Kortið kann ikki vísast beint nú.

Frágreiðing

Talan er um hugnalig og væl hildin hús, sum seinastu árini hava fingið fleiri dagføringar, m.a. nýggj gólv, køk, baðirúm og orkukeldu. Rundan um húsini er ein snøggur og væl hildin havi við góðum parkeringsviðurskiftum og bilhúsi. Húsini hava grøna orkuskipan er eru orkuvinalig.

Húsini standa í einum sera barnavinaligum og friðarligum umhvørvi við blindan veg, beint við barnagarð, skúla, sparkivøll og fríøki.

Niðara hæddin er innrættað soleiðis:

Durur/gongd, køkur og stova, bæði við atgongd út á terrassu, vaskirúm/fýrrúm og baðirúm.

Ovara hæddin er innrættað soleiðis:

Trappuuppgongd, trý kømur, kamar/alrúm og baðirúm.

Harumframt hoyrir eitt bilhús til ognina.

Harumframt er eitt fríttstandandi bilhús.

Aðrar ognir

Sí allar