1 av 1
Økir til íbúðarbygging á Skála til sølu
1.750.000 kr.
- Lagt afturat
- 29.01.2026
- Dagført
- 09.11.2026
- Adressa
- Skálavegi
- Øki
- Eysturoy
- Bygd/býur
- Skála
- Ognarslag
- Grundøki
- Búvídd
- -
- Grundøki
- 10.283 m²
- Byggiár
- -
- Prísur pr. m²
- -
1 av 1
1.750.000 kr.
Kortið kann ikki vísast beint nú.
Vegna Runavíkar Kommunu verður henda ogn hervið lýstar alment til sølu.
Talan er um eitt grundøki, sum liggjur vestan fyri dagtilhaldið á Skála.
Talan er um matr. nr. 300 m og 335 b, sum eru til víddar ávikavist 8.288 m 2 og 1.995 m 2, ella eitt samlað grundøki uppá íalt 10.283 m 2.
Innkoyring til økið verður frá Skálavegi, beint sunnan fyri dagtilhaldið. Innkoyringin og allir aðrir vegir í økinum verða gjørdir av keyparanum.
Áðrenn bygt verður á ognirnar, skal skipanaruppskot av økinum gerast í samráð við keyparan við grundarlagi í hesum ásetingum:
1) Nýtslustig í mesta lagi 100 %
2) Hæddartal: Í mesta lagi 3,5 hæddir
3) Bygningshædd í mesta lagi 12 m
Skipanin fyri økið skal fyriliggja í seinasta lagi eitt ár eftir yvirtøku av økinum, og bygging skal verða byrjað í seinasta lagi tvey ár eftir yvirtøku av økinum.
Øll bygging á økinum skal gerast sambært ásetingunum í bygningskunngerðini 2017.
Selt verður til hægstbjóðandi.
Prísuppskot: 1.750.000,00.